Fótatraðk
Skjaldratingsboð – kunning um bókina frá høvundinum sjálvum.
Fríggjadagin 6. november í hesum Harrans ári tjúguhundrað og níggju og endaleyst frameftir (ið hvussu er hetta til jóla) stevnir skaldið ella ó-skaldið Carl Jóhan Jensen gomlum og ógomlum, lágum og ólágum, vitandi og óvitandi, samdum og ósamdum, beistaktigum og óbeistaktigum, valdum og óvaldum, útisettum og óútisettum, krímfongdum og ókrímfongdum, skattaðum og óskattaðum, lýstum og ólýstum, javnaðum og ójavnaðum, heilagum og óheilagum, sambandskum og ósambandskum, lesandi og ólesandi, fúlum og ófúlum, ja, stutt sagt øllum yvirmoldarføroyingum á skjaldrating.
Skjaldratingið verður hildið undir heitinum Fótatraðk – ein skjaldratingsseta. Fylgiskjølini eru 89 í tali, umframt eina fløgu við viðmerkingum og upplestri.
Forvitin spyr
-Íðan, hvat tr**** er so eitt skjaldrating?
Jú, tað er eitt ting, har skjaldur verða løgd fram.
-Men hvørji skjaldur?
Nýskjaldur sjálvandi.
-Og hvat slag av skjaldrum eru tað so, meðni?
Nei, tað eru nú bara skjaldur við støði í teimum gomlu, hevdbundnu skjaldrunum, men ólík, stak ólík til innihald kortini. Ella skjótt samanumtikið, skjaldur við nútíðarligum evni, skammleyst politisk, full av misskiltum tjóðskapi, óheimastýrislig, óflættilig, forherðað, óskattborgarasleiskin, pásettlig, ósemjusøkjandi, hartil ólurtaravinarlig, óvælferðarsjabbslig, men fram um alt so ómorgun-andaktslig, so óhvørkisliga orðað, at eingin ófananssettur føroyingur átti at lænt teimum oyra. So óreint í tykkum, sum sanniliga og við vissu at kalla, lokkaði av forvitni tykkara, fara at keypa hesi skjaldur, lesa tey og lurta eftir teimum, skammleys eru tit og ó-í-oyggjum-havandi bæði her og handan, nú sum í allar ævir.
Tað eru forlagið Sprotin og plátufelagið Tutl, sum enn og aftur útvega syndini og ósómanum pappír, prent og fløgurúmd og skamm fái tey við fyri tað.
Lortið fæst í øllum bókabúðum og á Káta horninum.