Blankan feld og sterkar labbar
Søgan er um kærleikssambandið millum eina unga gentu og ein eldri mann. Tey hoyra hvør til sína stætt. Hon hevur ótryggan uppvøkstur og syngur í einum rockorkestri. Hann er giftur, er professari og hevur hjartatrupulleikar. Bæði tvey leita. Hon býr einsamøll í einum smáum húsum burtur á bygd í Svøríki. Tað hevur gjørt síðan fyrst mamma og síðan abbin doyðu. Hon er grenjut, stygg og ólukkulig, men droymir í loyndum um eitt annað lív. Hann hevur royndir við kærleika og aðrar lívsroyndir og ber henni kunnleika sum er langt uttan fyri hennara sjónarring. BLANKAN FELD OG STERKAR LABBAR er ein brennandi heit kærleikssøga ímillum eina unga, verjuleysa gentu og ein aldrandi akademikara í svárari lívskreppu. Bókin er á mangan hátt sera einføld og er ivaleyst eftir ansinum hjá onkrum ovbyrjað við kynsligum ráskapi, sum ikki er fyri viðkvæmar sálir.