Vøruslag: Pappírsbók
Bólkur/ar: Ymsar útgávur
Upprunaland: Føroyar
Kápusnið: Heiðrik á Heygum
ISBN: 978-99918-73-79-4
Síður: 200
Kápa: Heft bók
Pappírsbók

Exit Føroyar (pappírsbók)

Heri á Rógvi, Høgni Reistrup

Viðførið er pakkað og fráferðin byrjað. Stundin er komin at siga farvæl, og vit takka fyri hesa ferð. Vit kenna støðuna. Tí øll hava vit næstringar, vinir og skyldfólk, ið ikki búgva í Føroyum, men bara eru heima av og á. Hetta eru fólk, sum ikki eru partur av okkara gerandisdegi. Samstundis eru fólkini við til at mynda álvarsomu støðuna, Føroyar eru í. Tey búgva uttanlands, og eru harvið nøkur av teimum mongu, ið hava valt Føroyar frá.

Fráflytingin er vorðin so stór, at fólkatalið minkar. Samstundis flyta ikki nóg nógv fólk til Føroya. Soleiðis hevur støðan verið seinastu árini. Men hví flyta fólk úr Føroyum? Hví koma ov fá aftur? Er lívið so nógv betri aðrastaðni? Og hvat kann venda gongdini?

Exit Føroyar er bók um minkandi fólkatalið í Føroyum. Í bókini eru viðtalur við fýra føroyingar, sum siga sína søgu um, hví tey fluttu av landinum. Haraftrat koma sjey konufólk og seks mannfólk til orðanna í 13 tíðargreinum. Fólkini siga - við støði í persónligum royndum - sína hugsan um fólkafráflytingina og hvat skal til fyri at venda gongdini.

At talið á føroyingum í Føroyum minkar, kann vera torført at skilja, men Exit Føroyar gevur við gerandisligum dømum innlit í, hvat heldur fólki aftur í at flyta heimaftur. Samstundis eru ítøkiligar loysnir at finna í bókini, sum kunnu vaksa um fólkatalið. 

Vanligur prísur
kr. 198,00
Klubbaprísur
kr. 158,40
Ert tú ikki klubbalimur? Tekna teg her
Bókin fæst sum pappírsbók
DKK EUR USD GBP NOK SEK
Tú fært vøruna borna til dyrnar, ella tú kanst heinta vøruna ókeypis á Bókamiðsøluni (á Hjalla 7b, FO-188 Hoyvík).

Keypir tú fyri meira enn kr 500 verður vøran flýggjað tær ókeypis við dyrnar!
Tænastan er fyri vørur, sum verða sendar innanlands.

 

Um høvundan Heri á Rógvi

Heri á Rógvi er føddur í 1982. Útbúgvin Cand.oecon

Um høvundan Høgni Reistrup

Útbúgvin cand.mag í miðlavísindum við Københavns Universitet og Dublin City University.
Hann hevur millum annað arbeitt á miðlagranskingardeildini á DR.

Aðrar bøkur Heri á Rógvi

Aðrar bøkur Høgni Reistrup

Framtíðin er okkara
198,00
Valið og valdið
198,00

Aðrar bøkur Ymsar útgávur

Á marknaðinum 31.01.2019
Tá ið eg tosi um at renna
248,00
 Í fótafari Paulusar
298,00
Tað, sum vit hvørki kunnu tosa um ella tiga við
198,00
Látur Medusu
148,00
Árnafjørður - Staðarnøvn
348,00
Hagabókin fyri Uttan á Skarði
298,00