Málmaðurin í útvarpinum 1
Bókin byggir á prát um føroyskt mál í Útvarpi Føroya veturin 2008-09. Jógvan í Lon varð biðin um at vera við í morgunsendingini at svara spurningum um føroyskt mál, har ið lurtarar kundu senda spurningar inn til sendinga.
Umframt tað, ið varð sagt í útvarpinum, hevur høvundurin sett viðmerkingar inn í tekstin. Hetta eru neyvari og perspektiverandi útgreiningar av ymiskum slag. Sumt av hesum er ástøðiliga grundað, annað kann kallast hugleiðingar. Orðið samfelagsmálvísindi kemur nakrar ferðir fyri, tað merkir málvísindini í samfelagsligum ljósi.
Bókin vendir sær til øll máláhugað fólk. Hon er ikki løgd til rættis sum serlig lærubók, men hon tematiserar nakað av tí, sum næmingar á miðnámsskúlum og studentar, sum lesa føroyskt á Fróðskaparsetrinum, kunnu fáa gagn av, tá ið ræður um t.d. samfelagsmálvísindi, málrøkt og málpolitikk.