Raðfest vørur
Vøruslag: Pappírsbók, Ljóðbók
Høvundur/ar: Rasmus Rasmussen
Bólkur/ar: Skaldsøgur
Upprunaland: Føroyar
Kápusnið: Bárður Jákupsson
Umbrot: Sonja Kjølbro
ISBN: 978-99918-71-73-8
Útgávudagfesting: 12. januar 2011
Síður: 226
Kápa: Heft bók

Bábelstornið

Rasmus Rasmussen

Bábelstornið er fyrsta skaldsøgan á føroyskum máli. Hon kom út sum bók í 1909, men framman undan tí hevði hon staðið í Tingakrossi sum framhaldssøga undir heitinum Ættarbregi. 

Bábelstornið er ein politisk ættarsøga, sum lýsir húsfólkið á tveimum gørðum ígjøgnum trý ættarlið. Eisini er skaldsøgan á sín hátt ein ævisøga um tjóðskaparrørsluna, sum veruliga kom í ljós í seinna helming av 19. øld.
Ljóðbókin er tøk á storytel.dk
Vanligur prísur
kr. 188,00
Klubbaprísur
kr. 150,40
Ert tú ikki klubbalimur? Tekna teg her
DKK EUR USD GBP NOK SEK
Ljóðbókin (mp3-fíla) verður klár at taka niður í tínari kontu so títt og knapt, tú hevur goldið.
Ljóðbókin er ein mp3-fíla. Tú tekur fíluna niður á tína teldu, teldil ella fartelefon. Forrit/appir at lurta eftir ljóðbókum eru td. iTunes og VoiceDream.

Keypir tú fyri meira enn kr 500 verður vøran flýggjað tær ókeypis við dyrnar!
Tænastan er fyri vørur, sum verða sendar innanlands.

 

Um høvundin Rasmus Rasmussen

Rasmus Rasmussen - Regin í Líð - var føddur í Miðvági í 1871 - doyði í 1962. Utbúgving fekk hann á Vallekilde og Askov háskúlum í tíðarskeiðinum 1892-98, og á Danmarkar læraraháskúla í 1898-99. Í 1899 stovnaði Rasmus Rasmussen saman við Símuni av Skarði, Føroya fólkaháskúla, sum hann undirvísti á í 48 ár, til hann legði frá sær í 1947. Í 1907 stovnaði Rasmus Rasmussen saman við A.C. Evensen og Anton Degn Hitt føroyska bókmentafelagið, sum í nøkur ár gav út føroyskar bøkur. 

Bábelstornið er fyrsta skaldsøgan á føroyskum máli. Hon kom út sum bók í 1909.

Aðrar bøkur Rasmus Rasmussen

Sær er siður á landi
298,00

Aðrar bøkur Skaldsøgur

Nýggj
Gentan í verðini
348,00
Móðurmjólk
298,00
Leksikon um ljós og myrkur
298,00
Tá ið einglar spæla Mozart
298,00
Eyguni í Rigel
248,00
1984
298,00