Vøruslag:
Pappírsbók
Høvundur/ar:
Alexandur Kristiansen
Bólkur/ar:
Yrkingar
Upprunaland:
Føroyar
ISBN:
978-99918-71-24-0
Útgávudagfesting:
10. november 2010
Síður:
172
Kápa:
Heft bók
Filomela
Filomela er fimta og seinasta savnið við týðingum av heimsskaldskapi frá Alexandursa hond. Í savninum eru væl yvir hundrað týðingar eftir fleiri av kendastu skaldunum upp gjøgnum tíðirnar.
Savnið byrjar við einari týðing eftir Archilochos, sum er fyrsta heilt subjektiva skaldið í heimsbókmentunum. Í forna Hellas varð hann nevndur saman við Homeros og Hesiod; men einans fá yrkingabrot eru varðveitt eftir hann.
Síðani koma einar tjúgu yrkingar (mest epigramm) úr griksku og rómversku fornøldini. Harímillum yrkingin ”Reinlyndi” eftir Horats, sum er sera væl samansett, og man Horats við sínum góðu yrkingum vera tann av teim gomlu rómversku yrkjarunum, sum hevur havt stórstu ávirkan á eftirtíðina.
Síðani koma einar tjúgu yrkingar (mest epigramm) úr griksku og rómversku fornøldini. Harímillum yrkingin ”Reinlyndi” eftir Horats, sum er sera væl samansett, og man Horats við sínum góðu yrkingum vera tann av teim gomlu rómversku yrkjarunum, sum hevur havt stórstu ávirkan á eftirtíðina.
Eysturlendsk yrking er serliga umboðað av Li Po, tí stóra skaldinum frá Tang tíðini.
Frá miðøldini og fram til nítjandu øld eru týðingar eftir til dømis Michelangelo Buonarotti, Alexander Pope, Goethe, Blake og Heinrich Heine. Fleiri sonettir eru við, og um eina av teimum, sum skotin Mark Alexander Boyd skrivaði um ár 1600, men sum ikki kom alment fram fyrr enn í 20. øld, skal Ezra Pound hava sagt, at hon er besta sonettin, sum er skrivað á enskum máli.
Ættarliðið, sum kom fram beint fyri og undir fyrra veraldarbardaga, er umboðað av t.d. Ezra Pound, T.S.Elliot, Trakl, Williams og Pasternak. Eisini Cummings og Neruda eru væl umboðaðir.
Í seinna helmingi av savninum hava fleiri nobelvinnarar fingið pláss: Czeslaw Miloz, Oktavio Paz, Wislawa Szymborska og endar írin Seamus Heaney savnið við nøkrum av sínum spennandi yrkingum. Ein, sum eisini hevur fingið rættiliga stóra rúmd við seks yrkingum, er Rutger Kopland, sum kanska ikki er so kendur her hjá okkum. Hann er hollendingur, og er hann høgt virdur í heimlandinum og týsktalandi londum. Onkuntíð hevur talan verið um at latið honum nobelprísin. Ein annar, sum eisini hevur verið upp á tal at fáa nobelprísin, er argentinarin Juan Gelman. Teir báðir eru so at lesa her á føroyskum á fyrsta sinni.
Samanumtikið skuldi hetta savnið givið okkum eina góða hylling á, hvat er yrkt og kvøðið á heimsstigi, síðani Archilochos sum tann fyrsti setti sítt lív á ”prent”.
Nøgd
Prísur
kr. 168,00
Tú fært vøruna borna til dyrnar, ella tú kanst heinta vøruna ókeypis á Bókamiðsøluni (á Hjalla 7b, FO-188 Hoyvík).
Aðrar bøkur Alexandur Kristiansen
Pappírsbókin er ikki á goymslu
Rímur á reki - Barnarímur o.a.
348,00
Veingir á hæli - Valdar yrkingar
348,00
Fjøtrað á flogi - Heimslýrikkur
348,00
Sól skein sunnan
148,00
Aðrar bøkur Yrkingar
Landslagið vil ikki eiga teg
198,00
Yvir um ferð
248,00
Stjørnulýsi
248,00
Meðan glerið svevur
248,00
Vit skulu upp og avstað
198,00
Allir luktir örkymla mín staðarsans
198,00