Sólstormur
Sólstormur er spennandi og ein óhugnaliga góð – og syrgiliga aktuell – krimi um fanatismu og fjald motiv. Hávetur í Kiruna. Myrkur og kuldi. Gellifrost. Men meðan norðlýsið spælir sær á luftini, verður andaligi fyristøðumaðurin í nýggju Kraftkeldunnar kirkju, Viktor Strandgård, myrdur. Morgunin eftir fær stokkhólmsadvoktaturin Rebekka Martinsson, sum er vaksin upp í Kiruna, og sum kendi Viktor, eina óvæntaða uppringing. Tað er systir hansara, Sanna, sum biður um hjálp. Systirin er sannførd um, at løgreglan hevur hana undir illgruna fyri morðið, og hon óttast fyri, at onkur ætlar at taka børnini. Av lítlum huga leitar Rebekka niðan aftur til kavaklædda barndómslandið. Heimkoman fær sterkar kenslur at vakna, og brátt kennir hon seg sjálva elta og hótta … . Bæði av sínari egnu fortíð og av vándum kreftum, sum hava í hyggju at fáa hana at tagna … .