Raðfest vørur
Vøruslag: Pappírsbók, Ljóðbók
Høvundur/ar: Heðin Brú
Bólkur/ar: Skaldsøgur
Upprunaland: Føroyar
Kápusnið: Bárður Jákupsson
Umbrot: Sonja Kjølbro
ISBN: 978-99918-71-96-7
Útgávudagfesting: 16. oktober 2012
Síður: 219
Kápa: Heft bók

Fastatøkur

Heðin Brú

Í Fastatøkum  hoyra vit meir um skipslívið, nú Høgni hevur slitið seg leysan frá heiminum í Hórisvík og er farin til skips við „Rúðuni“. Her verður sjólívið lýst í góðum og ringum løtum, í ódn og í logn, á fiskileið, á heimferð og heima millum túrar. Hetta lívið mennir hin unga, og Høgni, sum í fyrru bókini skúgvar dreymin um gentu og heim frá sær við orðunum: „Tað var bert vøkur lognbrá“, fær í seinnu bókini fastatøkur á lívinum og kemur heimaftur til dreymagentuna og faðirs garð.

Ljóðbókin er tøk á mofibo.dk
Prísur
kr. 149,00
DKK EUR USD GBP NOK SEK
Ljóðbókin er tøk á mofibo.dk

Um høvundin Heðin Brú

Hann er borin í heim í Skálavík í 1901. Í hesi fyrndar bóndabygd vaks hann upp og seyg í seg gamla mentan, gjørdist kunnugur við dagliga gerandisstrevið og sat hugtikin undir hvørjum orði, tá skilafólk greiddi frá søgu og søgn. 

Skúli var í bygdini, men minni mundi tað muna, tað ið lært var har, enn tað ið lært varð av sjálvari bygdasamveruni, dagliga arbeiðnum og skilaprátinum … tá hann hevði fingið prestsins hond á høvdið, fór hann til skips. Hugurin stóð ikki til sjólívið, heldur til at læra okkurt. Hann leitaði fyrst veturin 1919/20 á Føroya fólkaháskúla; fekk væl burturúr lærdómsliga og fekk lisið ein hóp og leitaði haðani 20 ára gamal á landbúnaðarskúla í Danmark. Aftaná arbeiddi hann á ymsum gørðum í Danmark og fór í 1925 á Landbohøjskolen í Keypmannahavn, haðan hann í 1928 tók prógv sum búnaðarfrøðingur. Heilt frá ungum av hevði hann roynt at seta saman bæði í yrkinga- og søgusniði; men tað var í Keypmannahavnartíðini, at fyrsta skaldsøgan varð til. Heimafturkomin kom hann at arbeiða innan føroyska landbúnaðin, frá 1942 sum landbúnaðarráðgevi. – Í frítíðum og fríløtum skrivaði hann. Lívsstarvið kom at hava avberan týdning fyri ítrivið, skrivingina. Í embætisørindum kom hann at vitja allar bygdir landsins; hann skifti tá orð við mong fróðarfólk, sat undir øllum frásøgnum og gáaði væl eftir, hvussu tey málbóru seg.

Tá ið Heðin Brú vegna aldur legði starvið frá sær, helt hann fram við skapandi skaldsøgu- og stuttsøguskriving og fekk nú eisini stundir til at týða ein hóp og at skriva endurminningar.

Árni Dahl. Føroysk bókmentasøga II

Aðrar bøkur Heðin Brú

Leikum fagurt
248,00
Pappírsbókin er ikki á goymslu
Stuttsøgur - Heðin Brú
249,00
Lognbrá
149,00
Feðgar á ferð
149,00

Aðrar bøkur Skaldsøgur

Á marknaðinum í vetur
Saltleiðirnar
348,00
Fryst prógv
348,00
Sigmundur og gullringurin
298,00
Sigmundur and the golden ring
298,00
Brenn øll míni brøv
348,00
Maria Stuart
348,00