Raðfest vørur
Vøruslag: Pappírsbók, Ljóðbók
Høvundur/ar: Alan Paton
Bólkur/ar: Skaldsøgur
Upprunaland: South Africa
Týðari: Finnbogi Ísakson
Umbrot: Sonja Kjølbro
ISBN: 978-99918-76-28-3
Útgávudagfesting: 2. januar 2013
Síður: 326
Kápa: Heft bók

Grát mítt elskaða land

Alan Paton

Suðurafrikanski høvundurin Alan Paton (1903-1988) stovnaði Suðurafrikanska Frælsisflokkin og var formaður í honum frá 1953, til flokkurin var bannlýstur í 1968 við lóg um bann fyri politiskt uppíbland.

Flokkurin var í andstøðu til apartheid-politikkin og vísti á gongdar leiðir í suðurafrikanskum stjórnarpolitikki, sum ikki vóru grundaðar á rasistiskan hugburð.

Eftir kríggið gjørdi Alan Paton eina ferð til Evropa og Amerika at kanna fongsulsviðurskifti. Á hesari ferð skrivaði hann skaldsøguna Grát, mítt elskaða land- tær fyrstu síðurnar á einum hotellkamari í Tróndheimi og tær seinastu í San Fransisco. Bókin varð prentað í 1948.

Skaldsøgan lýsir felags skuld og vinalag, sum hevjar seg upp um allar fordómar um suðurafrikanaran.

Stephen Kumalo, ein aldrandi Zulu prestur, fer úr heimbygdini til Johannesburg og fær at vita, at einasti sonur hansara hevur myrt James Jarvis, ið er einasti sonur ein hvítan mann. 

Sorgartilburðurin knýtir menninar saman, og teir fara undir arbeiðið at gera enda á skilaloysinum.

Ljóðbókin er tøk á mofibo.dk
Nøgd
Prísur
kr. 188,00
DKK EUR USD GBP NOK SEK
Ljóðbókin er tøk á mofibo.dk

Aðrar bøkur Alan Paton

Aðrar bøkur Skaldsøgur

Saltleiðirnar
348,00
Fryst prógv
348,00
Sigmundur og gullringurin
298,00
Sigmundur and the golden ring
298,00
Brenn øll míni brøv
348,00
Maria Stuart
348,00