Raðfest vørur
Vøruslag: Pappírsbók
Høvundur/ar: Magnus Dam Jacobsen
Bólkur/ar: Ymsar útgávur
Upprunaland: Føroyar
Kápusnið: Else Sjúrðaberg
ISBN: 978-99972-1-007-4
Útgávudagfesting: 17. oktober 2013
Síður: 192
Kápa: Heft bók

Í Grønlandi við Kongshavn

Magnus Dam Jacobsen

Formaðurin skimaðist, hugsaði og snoddaði, gjørdist álvarsamur. „Snellurnar inn!“ Stimaðu suðurá. Skjótt stóð alt í einum roki. Neyvan sást, hvat var upp, hvat var niður.

Eygleiði formannin. Undir slíkum umstøðum sæst, hvat maðurin er verdur. Hann stýrir. Róðurpinnurin er læstur undir vinstra armi. Sjógvurin drívur av honum. Teir eru samanvaksnir, báturin og hann. Hesin ævigi bardagin millum náttúruna og menniskjað. Vitið, seiggið, treisknið. Hettuna hevur hann sligið frá. Dýggjvátur kollur á svørtum hári. Hetta er fiskarin, miðamaður okkara. Hann, ið lærdi havið og streymin at kenna. Ið av pápanum, forfedrunum, lærdi at leggja ýti. Vaksin upp við lotinum, vindinum, storminum, harðveðrinum. Ið „sá“ botnin, íður, sker og boðar. Kendi hvønn tanga, hvørja nøv, hvørt nes og hvønn flúr. Visti um kalva- og flundrumið, tosk og hýsu. Dyrgingarløtur, meðan landið søkk í dimmið.

Prísur
kr. 188,00
DKK EUR USD GBP NOK SEK
Tú fært vøruna borna til dyrnar, ella tú kanst heinta vøruna ókeypis á Bókamiðsøluni (á Hjalla 7b, FO-188 Hoyvík).

Aðrar bøkur Magnus Dam Jacobsen

Aðrar bøkur Ymsar útgávur

Tær góvu lív
348,00
-28%
Tættir og teiti - SERPRÍSUR
kr. 696,00
500,00
Tættir og teiti
348,00
Tættir og teiti - ískoyti
348,00
Hvaðan kom kvinnan
348,00
Ross og fólk
398,00