Raðfest vørur
Vøruslag: Pappírsbók
Høvundur/ar: Ernest Hemingway
Bólkur/ar: Skaldsøgur
Upprunaland: United States
Týðari: Jacob Olsen
Kápusnið: Piotr Paczuski
Umbrot: Sonja Kjølbro
ISBN: 978-99972-1-028-9
Útgávudagfesting: 3. juni 2014
Síður: 92
Kápa: Heft bók

Gamli maðurin og havið

Ernest Hemingway

Í brævi til forleggjaran, Charles Scribner, lýsir Hemingway skaldsøguna soleiðis:

„Hetta er tann skaldskapur, eg altíð havi tráað eftir at skriva, sum eg havi knúlvast við alt lívið. Skaldskapurin skal verða greiður, einfaldur, fáorðaður og kortini fata um allar tættir bæði í tí heimi, vit síggja, og øllum tí heimi, ið mannasálin er. Hetta er besta prosa, eg eri førur fyri at skriva.“  

Sum ofta hjá Hemingway, er søgugongdin sára einføld. Bókin er í stuttum um gamlan, kubanskan útróðrarmann, Santiago, sum rør út einsamallur. Í út ímóti trimum mánaðum hevur hann drigið svart. Hann er komin lúgvaður aftur at húsum á kvøldi, krøktur. Eydnan hevur vent honum bakið, og gamli er í døpurhuga.   

Henda dagin leggur hann út á havmið, og tá bragdar. Hann fær ein ovurstóran merling á. Gamli maðurin og fiskurin berjast ein harðan dyst. Gamli vinnur dystin, bindur stóra fongin og setur segl inn ímóti landi. Tá byrjar annar dystur. Dysturin við grommu hávarnar, sum amast upp á bátin og leggjast á fiskin.  

Hann bindur bátin, knýttur at ovurstóra rovinum, til bryggjuna og fer til húsa. 

Í 1953 fekk Hemingway Pulitzer-virðislønina fyri hesa skaldsøguna, og árið eftir fekk hann Nobelheiðurslønina í bókmentum fyri hana.

Nøgd
Prísur
kr. 149,00
DKK EUR USD GBP NOK SEK
Tú fært vøruna borna til dyrnar, ella tú kanst heinta vøruna ókeypis á Bókamiðsøluni (á Hjalla 7b, FO-188 Hoyvík).

Um høvundin Ernest Hemingway

(1899-1961). Byrjaði sítt yrki sum journalistur bara 17 ára gamal. Var sjálvboðin við í fyrra heimsbardaga. Varð skaddur og sendur heim í 1918. Í 20-árunum, meðan hann skrivaði fleiri av sínum kendu verkum, arbeiddi hann nógv sum korrespondentur í Evropa, m.a. skrivaði hann um griksku kollveltingina. Í 30-árunum skrivaði hann um spanska borgarakríggið, og í seinna heimsbardaga skrivaði hann frá London.  

Aðrar bøkur Ernest Hemingway

Aðrar bøkur Skaldsøgur

Á marknaðinum í summar
Maria Stuart
348,00
Nýggj
Eden
248,00
Nýggj
Reyðhærda Kvinnan
298,00
Staklutirnir
298,00
Kærleikin
298,00
Sára Malena
348,00