Raðfest vørur
Vøruslag: Pappírsbók, Ljóðbók
Høvundur/ar: Carl Jóhan Jensen
Bólkur/ar: Skaldsøgur
Upprunaland: Føroyar
Umbrot: Sonja Kjølbro
ISBN: 978-99972-1-150-7
Útgávudagfesting: 13. august 2015
Síður: 238

Bókin um tað góða

Carl Jóhan Jensen

Ein maður doyr og eitt handrit liggur eftir hann.

Hvat so?

Ja, tað má ritstjórin, sum av tilvild fær handritið dettandi inn í telduna hjá sær, spyrja seg sjálvan. 

Á útskinninum er høvundurin eitt ólukkudýr, ja, rætt og slætt eitt fordrukkið aputýggi. Fullur av eini skaldskaparligari fáfongd, sum javnan einki samsvar eigur sær í hegni og viti.

Og kortini. 

Handritið, Bókin um tað góða, vísir seg, tá ið samanum kemur, at innihalda eina sjáldsama gløgga og beinrakna útgreining av samfelagnum. Hon er eitt eitt fyndargott og djúptøkið innlit í føroyska samtíð.  

Hon má, skjótt sagt, takast í álvara. 

Bókin um tað góða er søgan um tann rúmliga trýss ára gamla prentaran K., sum ein várdag í 2011 ásannar, at hann hevur mist trúnna upp á tað góða soleiðis, sum hann frá barnsbeini er vandur upp til at skilja tað góða í einum andliga trongum umhvørvi.  

Og hvat er tá at gera?

Tvinnir eru kostirnir. 

 Annaðhvørt má K. fáa tað góða saman aftur í høvdinum onkursvegna.  

Ella má hann fara til grundar. 

Burturúr hesi tvígildu støðu skapast ein makaleys og hend-inga-rík frásøgn. Ein frásøgn, sum ikki bert nertir saman við føroyska samtíð, so tað neistar frá, nei, hon evnar eisini at seta føroysk viðurskifti í eitt speisamligt og lagnuløtt samband við umheimin.

Bókin um tað góða ger tíðarvend í føroyskum bókmentum – hon er sinnalagsbroytandi lestur. 

Ljóðbókin er tøk á mofibo.dk
Nøgd
Vanligur prísur
kr. 198,00
Klubbaprísur
kr. 198,00
Ert tú ikki klubbalimur? Tekna teg her
DKK EUR USD GBP NOK SEK
Ljóðbókin er tøk á mofibo.dk

Ummæli

Ummælið um tað góða

Nú er skaldsøgan Bókin um tað góða komin út. Hóast høvundurin er navnleysur og ókendur, er bókin kortini ríkandi lesiuppliving,  samstundis sum hon er ógvuliga væl skrivað. Rátt og harðliga finst hon at átrúnaði og øðrum virðum, sum borga fyri tí “góða” í okkara nútímans samfelagi. Og á ein skerandi speisaman, hugtakandi og óhugnaligan hátt roynir hon eisini at gera uppreistur móti hesum viðtøkum um tað, ið gott er. Ein djúp og heldur heilavill, svørt perla er sostatt farin at glampa sum ískoyti til okkara føroysku bókmentir - frálíkt!

Byrjanin í Bókini um tað góða er eitt “Formæli”, sum onkur, nevndur Viljálmur við Hoygil hevur skrivað. Hann sigur seg eisini vera tann, sum hevur givið bókina út, og at hann fekk handritið dettandi inn í sín teldupostleyp í apríl 2012. Hóast Viljálmur veit, hvør hevur skrivað handritið – nevniliga ein Havnar-prentari – so velur Vilhjálmur kortini at dylja navnið hjá høvundinum, m.a. til tess at sleppa undan øllum roksinum við ognarrætti.

Síðan tekur sjálv søgan við. Hon er, sum nevnt, søgd av einum 63-ára gomlum Havnar-prentara, beint áðrenn hann doyr í september 2011. Hann sigur frá um seg sjálvan, men í 3. persóni, og hann nevnir seg sjálvan bara K. Søgan um hendan K er, at hann ætlar sær á ta kendu pílagrímsferðina til Santiago de Kompostella, tí gjøgnum hesa ytru ferð - umframt ta innaru ferðina gjøgnum háfloygdar, gátuførar og torlisnar hugleiðingar - ætlar hann at koma sær fram at tí góða. Men hvat: ferðin verður av ongum. Í staðin fer K eitt øðrvísi slag av pílagrímsferð og villist viljaleysur, vónbrotin, fremmandgjørdur og hartil hálvgum í ørviti til Antwerpen í Belgia. Har hittir hann Annu Liviu. Rændur, peningleysur, arbeiðsleysur og svikin av bæði unnustu og øllum øðrum, sum hann hevði álit á heima í Føroyum, verður hann at enda eisini svikin av Annu eftir at hava búleikast hjá henni í tveir mánaðir. Tí kennir hetta K’ið seg eisini sum eitt alt størri “hvørkikyn”. Men hann hevnir seg og fremur eina brotsgerð, og henda gerðin fær hann úr hvørkikynsstøðuni. Og tí verður tað, sum samfelagið og kristindómurin vanliga fata sum ónt at enda - og heldur óhugnaligt! - okkurt gott fyri K. Hevnd, uppreistur og brotsgerð verða fyri K. loksins “tað góða”.

 

Klársýni

Rósurnar til Bókina eru, at hesin høvundurin hevur ógvuliga stórt hugflog og málsligt tilvit umframt góðar skrivi- og frásagnargávur. Eitt nú sær hann ógvuliga klárt, so at lýsingarnar verða sera neyvar og beinraknar. Hann dugir v.ø.o. væl at fáa lesaran at síggja tað lýsta fyri sær – at lata sjón ganga fyri søgn - og upplýsir sostatt ikki bara, at talan var um ein “Volvo”, men um ein “Volvo 140, reyðan við viðførisbera á takinum.” Navnleysi høvundurin sær somuleiðis klárt, tá hann í sínum atfinningum avdúkar hykl og gykl hjá teimum trúgvandi og t.d. hjá marxistisku Kolfinnu. Harumframt fær hann lív í samrøðurnar, og tær eru sostatt eisini sannførandi, t.d. samrøðurnar millum høvuðspersónin K. og sonevnda Se Pe. Epifaniirnar (t.e. opinberingarnar) roynast eisini stak væl. Høvundurin dugir nevniliga sera væl at nýta sansir sínar, og ofta nýtir hann fleiri teirra, tá hann lýsir eitthvørt.

Tó eru eisini onkrar klisjéir, sum t.d. “sum eitt ónt ár” og “eins og ein svangur úlvur”. Ein onnur klisjé viðvíkjandi tí frásagnarliga er sjálvsagt “hitt burturgloymda handritið”, sum knappliga kemur undan kavi. Eitt nú Umberto Eco nýtti slíka frásøgusnild longu í síni fyrstu skaldsøgu, Il nome della rosa (Navnið á rósuni) frá 1980. Og minni sannførandi er annars, at tað skal taka K. uml. tveir mánaðar at finna út av, at “vinkonan” Anna Livia, sum hann býr inni hjá í Antwerpen, í veruleikanum er ein maður í damuklæðum!

 

Bókin um aðrar bøkur

Í Bókini um tað góða verður ofta sipað til allar møguligar skaldsøgur úr europeisku bókmentum okkara, sum hon ber seg sjálva saman við, t.d. Miracle de la rose (Rósuundrið), 1946, eftir Jean Genet, og harumframt kann hon lesast sum ein furðusøga. Leggjast kann aftrat, at sum furða kann hon eisini samanberast við fleiri av stuttsøgunum hjá Hanusi Kamban. Aftur at tí kann hon sum atfinning av samfelagi, átrúnaði og øllum órættvísi annars berast saman við bókina Hinumegin garðin, ið er nýggj skaldsøga eftir William Smith. Sum tekstaslag er Bókin um tað góða tískil eisini sosialrealistisk, og evnisliga hevur hon eisini mangt í felag við stuttsøguna Butleren hjá Hans Scherfig, tó at Bókin um tað góða skarar framúr, tá talan er um myrkleika og fremmandgerð. Úr millumtekstligum sjónarhorni kemur henda bókin eisini ógvuliga nær at søgunum hjá Franz Kafka, og tað er helst ikki av tilvild, at høvuðspersónurin í Bókini um tað góða hevur fingið navnið K. eins og Josef K í Der Prozess og K í Das Schloβ, ið báðar eru skaldsøgur eftir Kafka. Tá ið høvuðspersónurin í Bókini um tað góða eisini nevnir seg sjálvan K. og annars er navnleysur sum høvundur, verður fremmandgerðin sum evni serstakliga áleikandi sum lesilykil til hesa bókina.    

Hóast illgrunin um, hvør hevur skrivað hesa søguna um tað góða, liggur tungliga á navnframum føroyskum høvundi, og at hetta ikki er so loyniligt longur tá samanum kemur, er tað kortini frálíkt, at bókinn er komin út við navnleysum høvundi. Ein ónolla millum føroyingar er nevnliga ofta at spyrja “hvør, hvør og hvør?” tá talan um útgávur, framsýningar ella framførslur. Betur kundu teir spurt: “Hvat, hvat og hvat?” - og soleiðis fingið møguleika at kanna, uppliva og njóta listaverkið meira í sjálvum sær.

Samanumtikið er Bókin um tað góða ein sera lærd og áhugaverd søga, skrivað av einum frálíka dugnaligum og væl lærdum høvundi – Skrivst so livst!

Bókin um tað góða. Sprotin, 2015. © Carl Jóhan Jensen. 238 blaðsíður, 198,- krónur.

Les meira
Les minni
René Hjelm / Varðin 2016 | 01-01-1970

Um høvundin Carl Jóhan Jensen

Føddur í 1957. Útbúgvin mál- og bókmentafrøðingur.

Yrkjari, høvundur, blaðmaður og ummælari. Skrivaði fast í Fregnir tey fýra árini, blaðið kom út.
Eyðkend eru hansara bersøgnu ummæli og hvøssu politisku viðmerkingar.

Aðrar bøkur Carl Jóhan Jensen

Vatn er ein vátur logi
348,00
Terningar - søgur av tilvild
348,00
Sær - ein fuglabók av gloymsku
298,00
Eg síggi teg betur í myrkri - Forspæl til ein gleðileik
248,00
Ó -, søgur um djevulskap
298,00
Pappírsbókin er ikki á goymslu
September í bjørkum sum kanska eru bláar
68,00

Aðrar bøkur Skaldsøgur

Á marknaðinum í vetur
Fjarvera tín er myrkur
348,00
Fryst prógv
348,00
Sigmundur og gullringurin
298,00
Sigmundur and the golden ring
298,00
Brenn øll míni brøv
348,00
Maria Stuart
348,00