Og várið kom
Tríggir teirra, ið hava lagt fagrar og sjónskar slóðir eftir seg seinastu hálvu øldina, savnast sum fullbúnir og vísir listamenn í hesum verki.
Allir tríggir eru teir lærarar. Hvør á sín hátt tala teir til barnið við orðum, myndum og tónum. Ikki minst til barnið, tey vaksnu hava við sær sum førning í hjartakistlinum alt lívið.
---
Matvísa
Lag: Knút Olsen. Tekning: Bárður Jákupsson.
Á havsins botni hendir mangt og hvat,
har liva tey, so løgið tað enn ljóðar
til sama endamál sum oman sjóvar,
alt snýr seg um tað sama: Góðan mat.
Har sært tú kruttið bæði brúnt og blankt,
tað dovisliga eftir botni ekur
og etur alt, sum fyri kjaftin rekur,
og kortini er kruttið altíð svangt.
Har sært tú steinbítin, og har ein laks,
sum helst er sloppin út úr onkrum ringi;
og havtaskan, hvat man hon hava fingið?
Hvør veit? Hon svølgir altíð fongin straks.
Har fer ein seiður heldur langt út frá,
og vups! Hann etin varð av eini hýsu.
Nei, nú er best at enda hesa vísu.
Hoyr kona, set nú døgurðan útá!
Kvøldørindi
Lag: Knút Olsen. Tekning: Bárður Jákupsson.
Kvøldarroðin bjartur er,
áin tutlar sínar sangir,
fuglur leggur saman veingir,
seyðurin sær bólstað ger;
brátt er kvirt í stóru verð.
Vaksa vit í himin inn,
havið aldar blítt við strendur,
barnið leggur saman hendur,
hugur linkar, linkar sinn,
sovnar so við bros á kinn.