Raðfest vørur
Vøruslag: Pappírsbók
Bólkur/ar: Skaldsøgur
Upprunaland: Ísland
Týðari: Gunvør Balle
Kápusnið: Edward Fuglø
Umbrot: Sonja Kjølbro
ISBN: 978-99972-1-187-3
Útgávudagfesting: 16. februar 2016
Síður: 598

Karitas - Ruðuleiki á lørifti

Kristín Marja Baldursdóttir

Ein rørandi søga um listakonuna og konuna Karitas. Um hennara ótálmandi tráan eftir at vera listafólk og um hennara iva, um familjuna og kærleikslívið. Bókin er framhald av Karitas – við ongum heiti, sum Sprotin gav út í 2015.

Nú er Karitas um miðjan aldur, er farin í útlegd í einari lítlari fjarskotnari smábygd, Eyrar­bakka, í Íslandi í 1945. Í fyrru bókini fóru vit frá henni sum listakonu, ið ­mátti ­fylgja kalli sínum.  Børnini eru komin und­an, fyri fyrstu ferð kennir hon, at hon er fræls og kann mála burturav. Men hon er samstundis innilæst. Ein, ið altíð hevur hámett hana, kemur inn í tilveruna, og hon fær dirvi til at fara út í heim. Til París og New York og Rom – at mála og liva. Men tá hon endiliga skuldi vera fræls, hendir aftur okkurt óvæntað.

Vit fylgja lagnu Karitas í beinum tíðarraði frá 1945-1999 í eg-sniði, sum upp á skift hevur katalogbrot um myndirnar, so skaldsøgan eisini kann lesast sum eitt lista­katalog við greinandi viðmerkingum til verkini.

Nøgd
Prísur
kr. 248,00
DKK EUR USD GBP NOK SEK
Tú fært vøruna borna til dyrnar, ella tú kanst heinta vøruna ókeypis á Bókamiðsøluni (á Hjalla 7b, FO-188 Hoyvík).

Ummæli

Eisini vit bygdu hetta land!

Tær báðar bøkurnar um Karitas, Karitas við ongum heiti og Karitas ruðuleiki á lørifti, sum íslendski høvundurin, Kristín Marja Baldursdóttir, skrivaði í ávikavist 2004 og 2007, eru týddar til fleiri mál. Nú eru tær eisini komnar í føroyskari týðing. Tað er  Gunvør Balle, ið týddi, og forlagið Sprotin gav út.

Í sambandi við at seinna bindið um Karitas, Karitas ruðuleiki á lørifti, kom út, vitjaði høvundurin í Føroyum. Tá ið hon greiddi frá, hvussu hon hevði fingið hugskotið til  bøkurnar, nevndi hon eina serliga mynd, sum hon hevði sæð á eini listaframsýning sunnanfyri. Myndamotivið lýsti hon nakað soleiðis: ein kona í buksum við hatti á høvdinum. Í aðrari hondini helt konan í stertin á einum fiski, og á hinari hondini sást ein litrík fruktskál javnviga, og út ímillum fingrarnar stakk ein stór sigar.  Í hesi myndini sá hon leiklutin hjá íslendsku kvinnuni, sum hon seinni navngav Karitas.  Áðrenn Kristín Marja Baldursdóttir fór undir at skriva bøkurnar báðar, brúkti hon rúma tíð at skapa søgukarmarnar. Hon setti seg væl inn í søgu Íslands, gerandisdagin og  arbeiðslívið hjá fólki upp ígjøgnum 20. øld. Hon kunnaði seg um myndlist og las hópin av ævisøgum hjá listafólkum, eisini hjá ymiskum  íslendskum  listakonum. Hon vildi, at tað sannsøguliga skuldi verða lýtaleyst, og at søgan skuldi verða trúlig.  Í fyrsta bindinum, Karitas uttan heiti, byrjar søgan í 1915 og endar í 1939. Seinna bindið, Karitas ruðuleiki á lørifti,  tekur við í 1945 og endar í 1999.

Tað er ofta so, at inngangurin í einum skaldaverki vísir á megintættirnar í verkinum. Soleiðis er eisini í verkinum um Karitas. Fyrra bindið byrjar í 1915 við eini lýsing av arbeiðskonu, ið fær sinnissjúkuherðindi móti vári og í vitloysi  loypur út í tún. Karitas vil síggja, hvat arbeiðskonan hevst at úti í túninum og sær hana í mánalýsinum  sita á eini húsmønu. Hon er meinlík einum krossi á húsatekjuni. Karitas sær arbeiðskonuna bera seg at, sum er tekjan eitt ross, ið hon vil berja á ferð, meðan hon ýlir við útrøttum ørmum og klamsandi beinum. Søgan handan krossin á tekjuni er, at arbeiðskonan eitt vári misti øll síni børn í einum skalvalopi. Deyðu børnini binda hana til staðið, tí hon má verða har, sum børnini eru.

Steinunn, mamma Karitas, situr einkja við stórum barnaflokki, eftir at havið hevur gloypt manninum. Hon er ikki bundin at staðnum á Vesturlandinum og ger av at flyta norður til Akureyrar við várinum. Sjálv vaks hon upp undir góðum umstøðum og droymdi sum ung um at nema sær útbúgving, men tað varð av ongum. Nú vil hon, at børnini fáa henda møguleikan.

Eisini fáa vit í innganginum til skaldaverkið at vita, at pápi Karitas, ið var útróðrarmaður,  gav henni fyrsta tekniblokkin. Sjálvur teknaði hann, og hann sá, at Karitas hevði serliga góðar gávur.

Lítið verður hildið um, at einkjan ætlar sær at flyta við øllum reiðrinum, men hon tekur sær ikki tykni av, hvat onnur halda. Familjan tekst við at selja tað, ið tey kunnu vera fyri uttan, og at pakka tað niður, sum skal við til Akureyrar. Í hesum fyrsta partinum hitta vit børnini og fáa ábendingar um ymiska lyndi teirra, ið verður lýst ígjøgnum smáar, stakar hendingar og berligar útsagnir. Ólavur og Páll báðir gleða seg, Halldóra hveppir seg við tankan at fara, tí hon hevur hugt inn í eyguni á Summarliða, teirri vøkru og sterku  byrgdarhetjuni, og smáliga snilda lyndi í Bjarghildi dagar undan í sambandi við eitt vaflujarn.

So er grundin løgd undir søguferðini, ið fevnir um knappar 1100 blaðsíður og nærum eina heila øld. Vit fylgjast við Karitas frá barnaárunum og fram til ellisárini. Saman við henni ferðast vit til Akureyrar og fáa innlit í trongu korini og harða stríðið, ið familjan má geva seg undir fyri at fáa tak yvir høvdið og mat á borðið hvønn dag í nýggja heimstaðnum. Tey virka saman sum ein eind undir leiðslu  Steinunnar, eru treisk og tolin og smákrevjin, og smátt um smátt fer at ganga framá. Børnini vaksa til og fara í útbúgving. Karitas hittir eina danska vælgerðarkonu og fer til Danmarkar á listaskúla og vendir aftur til Íslands nøkur ár seinni við lidnari útbúgving, men noyðist at fara til Siglufjarðar at vinna sær pening fyri leigu av hóskandi hølum, so hon kann fáa umstøður at útinna sína list.

Vælgerðarkonan hevur lagt henni eina við, at um hon ætlar sær at gerast kend listakona, má hon ofra alt, og hon skal ikki so mikið sum hugsa um at eiga  børn. Á Siglufirði hittir Karitas hábærsliga mannin við teimum sjógrønu eygunum, sum er so vakur, at skjálvti kemur á konufólkini, og tær verða málleysar, tá ið hann er í nánd. Hann letur Karitas tekna sín nakna kropp, og tá verður galin endi. Hon verður við barn. Tá ið hon seinni greiðir Bjarghildi frá hendingini, sigur hon, at hon misti tráðin, tí hann var so flottur. Hon hevði ikki kunnað málað við honum við sína lið, tí fór hon frá honum uttan at siga farvæl. Her krossast tveir mótstríðandi máttir í Karitas, sum koma at fylgja henni restina av ævini, og sum fáa fatalar fylgjur fyri hana. Stundum ríður hon úti á eggini, og stundum situr hon eins og máttleysa arbeiðskonan og ýlir á húsmønini og roynir at berja rótfesta og lamda rossið úr stað. Hon missir seg sjálva burtur í bardaganum ímillum leiklutin sum mamma og tørvin á at inna listina. Hon vil bæði, men megnar ikki bæði. Sum árini ganga og við góðari hjálp frá góðum fólkum og verjandi felagsskapi, kemur Karitas á føtur aftur og fer út í víðu verð at leita sær íblástur til at virka sum listafólk.

Bókaverkið um Karitas er ein fjøltáttað og myndarík ferð, har sterkir máttir krossast og glímast aftur og aftur. Ráa og karga náttúran, ið krevur síni offur, samstundis sum hon gevur og er grundarlagið undir tilveruni. Tølandi megin, ið býr í sambandinum ímillum kynini, og sum skeiklar og bindur og er gróðrarbotnurin undir lívinum sjálvum. Innari tvídrátturin ímillum egnan vilja og tvingsil, ið mergsýgur og lemjir lívsviljan og skapar ráðaloysi. Einsemi, ið felagsskapur kann gera av við, og longsul eftir at vera í javnvág, ið einans nøgdsemi kann stilla. Karitas  speglar øllum hesum tættunum á litríku ferð síni ígjøgnum lívið.

Ferðin er vovin inn í ein vakran og marglittan málbúna, ið hóskar til huglagið og tíðina í søguni og vísir málsligt hegni. Tað hevur hepnast týðaranum serstakliga væl at flyta søguna yvir í føroyskt. Formurin og innihaldið og málið smelta saman til eina eind, ið er ein fragd at lesa.

 

Kristin Marja Baldursdóttir: Karitas – Við ongum heiti, Sprotin, 2015.
Gunvør Balle týddi úr íslendskum. 482 síður, 229,- krónur

Kristin Marja Baldursdóttir: Karistas –Ruðuleiki á lørifti, Sprotin, 2016.
Gunvør Balle týddi úr íslendskum. 598 síður, 248,- krónur 

Les meira
Les minni
Lydia Didriksen / Varðin 2016 | 01-01-1970

Aðrar bøkur Kristín Marja Baldursdóttir

Karitas - við ongum heiti
229,00

Aðrar bøkur Skaldsøgur

Á marknaðinum í vetur
Saltleiðirnar
348,00
Fryst prógv
348,00
Sigmundur og gullringurin
298,00
Sigmundur and the golden ring
298,00
Brenn øll míni brøv
348,00
Maria Stuart
348,00