Raðfest vørur
Vøruslag: Pappírsbók
Høvundur/ar: Jonas Hassen Khemiri
Bólkur/ar: Skaldsøgur
Upprunaland: Svøríki
Týðari: Jákup í Skemmuni
Kápusnið: Niels Jensen
Umbrot: Sonja Kjølbro
ISBN: 978-99972-1-219-1
Útgávudagfesting: 15. november 2016
Síður: 320

Alt, eg ikki minnist

Jonas Hassen Khemiri

Alt, eg ikki minnist er ein ógloymandi kærleiksfrásøgn um okkara tíð og prísin, vit menniskju rinda, fyri at liva saman. 

Hon er eisini søgan um ein rithøvund, sum við at fylla holini út í søguni um Sámal roynir at finna sannleikan um seg sjálvan. Tí tá ið samanum kemur, hvat verður eftir av øllum okkara minnum, sum so skjótt fjara burtur? Hvat liggur fjalt í øllum tí, vit ikki minnast? Og hvat eru vit, annað enn frásagnirnar hjá øðrum um okkum?

Skaldsøgan krevur ein varnan og vaknan lesara. Khemiri skiftir ímillum fortíð og nútíð, millum fleiri fláir, millum ymisk frásøgufólk í stuttum brotum. Frásøgustílurin er samansettur, men hann er so reglufastur, at tú venist skjótt við hann.

Nøgd
Vanligur prísur
kr. 248,00
Klubbaprísur
kr. 198,40
Ert tú ikki klubbalimur? Tekna teg her
DKK EUR USD GBP NOK SEK
Tú fært vøruna borna til dyrnar, ella tú kanst heinta vøruna ókeypis á Bókamiðsøluni (á Hjalla 7b, FO-188 Hoyvík).

Keypir tú fyri meira enn kr 500 verður vøran flýggjað tær ókeypis við dyrnar!
Tænastan er fyri vørur, sum verða sendar innanlands.

 

Aðrar bøkur Jonas Hassen Khemiri

Aðrar bøkur Skaldsøgur

Á marknaðinum 28.06.2021
Álvarsama spælið
348,00
Menn í mínari støðu
348,00
Fontamara
298,00
Ein annar er gull
348,00
Gentan í verðini
348,00
Móðurmjólk
298,00