Jóannes Patursson
Í hesi bók verður gjørd ein roynd at lýsa fyri yngri ættarliðum persónin og persónleikan Jóannes Patursson.
Denturin verður lagdur á tann politiska partin av æviskeiði Jóannesar bónda ein byrjan til eina politiska ævisøgu. Men ævi hansara hevði og fekk so nógvar aðrar partar, ið eftir standa av lívsmynd hansara, í Føroya søgu.
Vónandi eydnast tó við hesum verki at koma nærri tí manni, sum helst meira enn nakar annar skapaði og myndaði ta longu tíð, hann fekk at liva í.
Eingi viðurskifti í føroyskum samfelagslívi ta knøppu øldina, hann var á foldini, eru sjálvsøgd uttan um hann.
---
Hetta er broytt endurútgáva av 1991-útgávuni.
Keypir tú fyri meira enn kr 500 verður vøran flýggjað tær ókeypis við dyrnar!
Tænastan er fyri vørur, sum verða sendar innanlands.