Vøruslag: Pappírsbók
Høvundur/ar: Stefan Zweig
Bólkur/ar: Ymsar útgávur
Upprunaland: Austria
Týðari: Knút Olsen
Umbrot: Sonja Kjølbro
ISBN: 978-99972-1-215-3
Útgávudagfesting: 21. september 2017
Síður: 498
Pappírsbók

Heimurin, ið var - Endurminningar hjá einum evropeara (pappírsbók)

Stefan Zweig
Undirgangssøgan hjá Zweig er ein ávaring til okkara egnu tíð. Henda bókin er ikki bara undirgangssøga um Evropa, men ein skakandi vitnisburður um, hvussu djúpt vit kunnu søkka - og hvussu ófatiliga skjótt tað kann ganga.

Meistaraverkið "Heimurin, ið var" hevur verið kallað longsta sjálvmorðsbræv í bókmentasøguni. Bókin varð til, ímeðan Zweig flýddi undan nasismuni fjart frá sínum kæra Wien. Fyrst flýddi hann til Onglands, síðan til Brasil.

Í februar 1942 sendi hann handritið til forleggjara sín, og dagin eftir tók hann sítt egna lív saman við konu síni. Lívið sum flóttafólk hóvaði honum ikki og hann toldi ikki at síggja hugsjónina um friðarliga og siðmentaða Evropa fara fyri bakka.

Men tó at sorgblídni seyrar ígjøgnum bókina, er hon ein fjálg kvøða til humanismuna, listina og tað opna Evropa, sum fyri hann var hæddin av allari mentan og siðmenning.

Hóast bókin byggir á hansara egnu lívssøgu og listarligu menning, er hon fyrst og fremst endurminningar hjá einum evropeara. Einum ungum menniskja, sum fyrst í 1900-talinum sýgur Evropa til sín, er hugtikin av list og bókmentum og øllum tí, ið stórir evropiskir býir høvdu á skránni, tá ið øll framvegis hildu, at tað kundi bara ganga framá, og at sterka mentanin fór at vera ein varandi verja ímóti allari mannminkan og niðran. 

---

Bókin varð umrødd í Bókahorninum (KVF 22.09.2017)

Heimurin ið var - og er
Knút Olsen hevur umsett Stefan Zweig til føroyskt. Hvønn týdning Stefan Zweig hevur í dag, viðgera vit saman við bókmentafrøðingi og týðaranum. 

Hoyr umrøðu av bókini her 

 ---

Nøgd
Vanligur prísur
kr. 348,00
Klubbaprísur
kr. 278,40
Ert tú ikki klubbalimur? Tekna teg her
Bókin fæst sum pappírsbók
DKK EUR USD GBP NOK SEK
Tú fært vøruna borna til dyrnar, ella tú kanst heinta vøruna ókeypis á Bókamiðsøluni (á Hjalla 7b, FO-188 Hoyvík).

Keypir tú fyri meira enn kr 500 verður vøran flýggjað tær ókeypis við dyrnar!
Tænastan er fyri vørur, sum verða sendar innanlands.

 

Aðrar bøkur Stefan Zweig

Aðrar bøkur Ymsar útgávur

Nýggj
FÉROÉ ÎLES ET HABITANTS
198,00
Svik
348,00
Markið
298,00
Góða systir
298,00
THE FAROES(E)
198,00
Tá ókunnufólk kom á leið - Heimablídni
348,00