Bør Børson Jr.
Bør Børson ætlar sær at fáa nógv burtur úr lívinum. Ætlar sær at ganga nýggjar leiðir, setur sær onnur mál enn tey flestu har í bygdarlagnum. Øll eru klár at læa eftir honum, skuldi hann beklað. Hann er góðvarin, roynir at fjeppast uppi í teimum fínu, men er eitt fitt fólk við øllum teimum skavankum, fólk hava.
Hann fær sær handil, og tað gongst honum ikki bara sum smurt. Takið er tungt. Skuldin veksur. Hann verður noyddur at svika við peningi. Hann verður forsmáddur sum biðil, hevur kærleikskvøl, men kemur fyri seg aftur við hepni og tilvildum.
Hann blandar seg við betra slagið í Tróndheimi. Tey skoða lúkst ígjøgnum bygdarfrellið. Tá ið svartast sær út, verður hann snýttur eina náttina, hann er drukkin, av partabrævaspekulantum. Hann heldur seg vera farnan av knóranum, lívsverkið forkomið, men hann gerst av einum stavifeili margmillióningur. Sleppur sær heim aftur á Olderstað, múgvandi, og verður trúlovaður síni fyrstu og størstu flammu.