Vøruslag: Pappírsbók
Høvundur/ar: Johan Falkberget
Bólkur/ar: Skaldsøgur
Upprunaland: Noreg
Týðari: Marius Johannesen
Kápusnið: Bárður Jákupsson
Umbrot: Sára Mikkelsen
ISBN: 978-99972-1-251-1
Útgávudagfesting: 22. november 2017
Síður: 220
Pappírsbók
Ljóðbók

Bør Børson Jr. (pappírsbók)

Johan Falkberget
Hetta er ein sjaldsama stuttlig fólkakomedia, ið Marius Johannesen gjørdi ódeyðiliga í Føroyum, tá ið hann týddi og las hana upp í Útvarpinum í 60 árunum. 

Bør Børson ætlar sær at fáa nógv burtur úr lívinum.  Ætlar sær at ganga nýggjar leiðir, setur sær onnur mál enn tey flestu har í bygdarlagnum. Øll eru klár at læa eftir honum, skuldi hann beklað. Hann er góðvarin, roynir at fjeppast uppi í teimum fínu, men er eitt fitt fólk við øllum teimum skavankum, fólk hava.

Hann fær sær handil, og tað gongst honum ikki bara sum smurt. Takið er tungt. Skuldin veksur. Hann verður noyddur at svika við peningi. Hann verður forsmáddur sum biðil, hevur kærleikskvøl, men kemur fyri seg aftur við hepni og tilvildum. 

Hann blandar seg við betra slagið í Tróndheimi. Tey skoða lúkst ígjøgnum bygdarfrellið. Tá ið svartast sær út, verður hann snýttur eina náttina, hann er drukkin, av partabrævaspekulantum. Hann heldur seg vera farnan av knóranum, lívsverkið forkomið, men hann gerst av einum stavifeili margmillióningur. Sleppur sær heim aftur á Olderstað, múgvandi, og verður trúlovaður síni fyrstu og størstu flammu.

Nøgd
Vanligur prísur
kr. 248,00
Klubbaprísur
kr. 198,40
Ert tú ikki klubbalimur? Tekna teg her
Bókin fæst sum pappírsbók, ljóðbók
DKK EUR USD GBP NOK SEK
Tú fært vøruna borna til dyrnar, ella tú kanst heinta vøruna ókeypis á Bókamiðsøluni (á Hjalla 7b, FO-188 Hoyvík).

Keypir tú fyri meira enn kr 500 verður vøran flýggjað tær ókeypis við dyrnar!
Tænastan er fyri vørur, sum verða sendar innanlands.

 

Aðrar bøkur Johan Falkberget

Aðrar bøkur Skaldsøgur

Á marknaðinum 23.01.2020
1984
298,00
Á marknaðinum 22.11.2019
Stormfuglar
198,00
Á marknaðinum 22.11.2019
Ein táttur er silvur
298,00
Nýggj
Dýrd himinsins
248,00
Jarðarferðin
348,00
Terningar - søgur av tilvild
348,00