Jónatan Livingston likka
Hetta er ein søga fyri fólk, ið fylgja dreymum sínum og gera sær sínar egnu reglur at liva eftir.
Hjá likkum flest snýr lívið seg bara um at eta og at halda hungurin frá nevinum. At flúgva gert tú bara, tí tú leitar eftir føði. Tað er endamálið. Men Jónatan likka er eingin vanligur fuglur. Hjá honum er tað at flúgva lívið sjálvt. Ímóti øllum ásetingum í likkusamfelagnum roynir hann at finna eitt hægri endamál og gera tað, hann dugir best og elskar mest.
Hetta er ein fápil um tann týdning, tað hevur at fáa sum mest burtur úr lívinum, hóast málini liggja tvør av tí, sum er normalt hjá okkum, í okkara ætt, í okkara grannalagi.
Við flogi sum myndburði vísir søgan um Jónatan okkum, at fylgja vit dreymum okkara, kunnu vit eisini fáa eitt sjaldsama vakurt flog.
Hetta er ein søga, ið hevur veitt fólki íblástur í slaka hálva øld.