Kærleiki
Skaldsøgan Kærleiki sigur frá Vibekku og Jóni, móður og soni, sum búgva í lítlari bygd í Norðurnoregi. Hetta er dagin fyri føðingardagin hjá Jóni, hann fyllir níggju ár.
Vibekka er sein heim úr arbeiði, lesur, fer í bað og fer seinni á bókasavnið. Bókasavnið er stongt, men hon hittir ein mann og verður burtur í fleiri tímar … Hon sigur at kalla ikki eitt orð við sonin … Jón er einsamallur við tonkum sínum um, hvat hann man fara at fáa í føðingardagsgávu. Hann vónar, at hon bara er farin at keypa tilfar til føðingardagskøkuna. Tey bæði eta saman, men annars liva tey í hvør sínari verð. Tað er ikki so frægt, at Vibekka varnast, at hann er farin út at selja lutaseðlar fyri ítróttafelagið, tá ið hon sjálv skal á bókasavnið.
Eftir hetta fylgja vit teimum báðum á hvør sínari ferð gjøgnum kalda vetrarkvøldið og náttina við. Ímeðan veksur ivin og spenningurin, til fylgjan av sjálvsgóðskuni liggur ísafryst fyri eygunum.
Í norska Dagbladet varð skaldsøgan Kærleiki í 2006 kosin ein av teimum 25 bestu norsku skaldsøgunum.
---
Les eisini greinina Kærleiki og kuldi