Raðfest vørur
Vøruslag: Pappírsbók
Bólkur/ar: Skaldsøgur
Upprunaland: Svøríki
Týðari: Jákup í Skemmuni
Umbrot: Sára Mikkelsen
ISBN: 978-99918-1-348-8
Útgávudagfesting: 26. august 2019
Upprunaheiti: Barnet (2018)
Síður: 104
Útgávuár: 2019

Barnið

Kjersti Annesdatter Skomsvold

Í sárunum, vit hvør geva øðrum, ella um tað er tað sama sárið,
sum fyri hvørja ferð verður eitt sindur størri, djúpari,
so hava vit plantað eitt barn, tvey børn,
og frá hesum sárinum skulu børn okkara vaksa fram.

Hetta er ein kærleiksskaldsøga:

Ein móðir sigur nýfødda barni sínum frá teimum hendingum, sum hava havt hetta barnið við sær. Tað eru søgur um drúgva sjúku, einsemi og sorg. Um ræðsluna fyri at elska onkran, men kortini at tora.

Les brot úr bókini her

Nøgd
Prísur
kr. 198,00
DKK EUR USD GBP NOK SEK
Tú fært vøruna borna til dyrnar, ella tú kanst heinta vøruna ókeypis á Bókamiðsøluni (á Hjalla 7b, FO-188 Hoyvík).

Um høvundin Kjersti Annesdatter Skomsvold

Kjersti Annesdatter Skomsvold (f. 1979) er ein av týdningarmestu røddunum í nýtíðar norskum bókmentum, og hon hevur vunnið sær nógvar lesarar í Noregi og úti í heimi.

Hon gjørdi fyrstu ferð av álvara vart við seg í 2009 við skaldsøguni Jo fortere jeg går, jo mindre er jeg, sum hon fekk Tarjei Vesaas debutantpris fyri, og var í uppskoti til stóru virðislønina IMPAC Dublin Literary Award.

Monstermenneske (2012), Litt trist matematikk (2013) og 33 (2014) hava eisini fingið stórfingna móttøku, og í 2015 fekk Skomsvold virðislønina Doblougprisen fyri ritverk sítt. Bøkur hennara eru komnar út í 23 londum.

Aðrar bøkur Kjersti Annesdatter Skomsvold

Aðrar bøkur Skaldsøgur

Saltleiðirnar
348,00
Fryst prógv
348,00
Sigmundur og gullringurin
298,00
Sigmundur and the golden ring
298,00
Brenn øll míni brøv
348,00
Maria Stuart
348,00