Raðfest vørur
Vøruslag: Pappírsbók
Høvundur/ar: Henrik Ibsen
Upprunaland: Noreg
Umbrot: Sára Mikkelsen
ISBN: 978-99972-1-322-8
Útgávudagfesting: 11. oktober 2019
Útgávuár: 2019
Síður: 128
Upprunaheiti: Gengangere (1881)

Afturgongur

Henrik Ibsen

Við Afturgongum vísir Ibsen, hvussu læstar meiningar, sum arvaðar eru niður ígjøgnum borgaraskapin, binda niður og læsa frælsu lívsførsluna. Sonurin í húsinum, Osvald, virkar sum skaldsins rødd, sum tann, ið slóðar fyri hjá listafólkum og fyri lívsgleðini, ímóti tí „gudfrøðiliga ranninum“. Bæði Osvald og mamman, Helena, gera upp við fatanirnar hjá Manders presti og sáa iva um grundarlagið, hann hevur grundað sínar meiningar á. Í allari sínari veran stendur presturin sum ein, sum í blindum og blindaður verjir embætismannasamfelagið. 

Ibsen sigur sjálvur í brævi til Georg Brandes 3. januar 1882, at: „Tað illveðrið, sum hevur tikið seg upp ímóti Afturgongum, hevði eg væntað. Men eg helt ikki, at eg kundu hava fyrilit fyri tí; hevði eg tað, hevði eg verið undanstøkkingur.“ 

Hesin leikur, ið Ibsen kallar eitt familjudrama í trimum aktum, varð stemplaður sum ein gøla, og eingi av føstu leikhúsunum tordi at seta hann upp. Fyri Eitt dukkuheim (1879) varð hann fyri atfinningum, tí Nora fór frá manni og børnum. Í hesum leiki vísir hann, hvussu tað gekst, tá ið konan ikki fór úr sínum kollsiglda hjúnalagi. 

Nøgd
Prísur
kr. 198,00
DKK EUR USD GBP NOK SEK
Tú fært vøruna borna til dyrnar, ella tú kanst heinta vøruna ókeypis á Bókamiðsøluni (á Hjalla 7b, FO-188 Hoyvík).

Aðrar bøkur Henrik Ibsen

Pappírsbókin er ikki á goymslu
Villdunnan
188,00
Eitt dukkuheim
188,00