1984
Líka síðan bókin varð givin út í 1948 hevur framtíðarkaldsøgan eftir George Orwell 1984 volt lesarum høvuðbrýggj og ertað teir at hugsa um sítt egna samfelag. Sjálvt nú, eini 80 ár seinni, er ræðandi frásøgan eftir Orwell framvegis viðkomandi fyri okkara tankar, hugburð og lívshátt.
1984 er frásøgn um London einaferð í framtíðini, har ein einræðisstjórn nevnd "Flokkurin" hevur eitt vakið eyga við hvørjum einstøkum borgara og stýrir øllum hugsandi virksemi.
Winston Smith arbeiðir fyri Sannleikamálaráðið, Stóribeiggi heldur eygað við øllum og Tanka-løgreglan hevur ábyrgdina av at steðga einum og hvørjum, sum hevur uppreistur í huganum og hugsar sjálvstøðugt.
Tá ið Winston verður skotin í Juliu, varnast hann, at lívið nýtist ikki at vera so eintáttað, andveikjandi og stýrt av øðrum.