Lívsins dansur
Lívsins dansur er vovin saman við trimum træðrum, ið eru tekstir, tónar og myndir. Tekstliga verður hugleitt um tað viðbrekna, følna og deyðiliga, um kærleika, ljós og frið, og hvussu dýrabart og vakurt lívið kann vera og er. Harumframt eru tekstir tiknir við, ið meiri beinleiðis bera á trúarbógvin og slíkt, sum hevur við trúgv og trúarlív at gera.
Leirvíksmálarin Sámal Toftanes hevur gjørt myndirnar, ið prýða savnið. Tær flestu myndirnar eru málaðar til júst hetta høvið.
Fløga við níggju skeringum er eisini knýtt at útgávuni – sjey sangir og tveir upplestrar. Niclas Johannesen hevur framleitt tónleikaliga partin.
---
Hoyr áhugavert prát við Bárð í Credo 8/3/2020
---
Síggj LIVE konsert 26/03/2020. Reinsaríið skipaði fyri ísmb. við korona.
Keypir tú fyri meira enn kr 500 verður vøran flýggjað tær ókeypis við dyrnar!
Tænastan er fyri vørur, sum verða sendar innanlands.