Berlinaraspirnar
Skaldsøgan Berlinar-aspirnar kundi eins væl itið Arvasyndin. Hetta er søgan um tríggjar brøður. Margido Neshov er gamal drongur, miðskeiðis í fimmtiárunum og biðimaður í Tróndheimi. Á fedranna ættgarði uttan fyri býin býr eldri bróðurin Tóri saman við gomlu mammu sínari, tí forfjónaða og ómælandi pápanum og øllum svínunum. Í Keypmannahavn býr triði bróðirin Erlendur, sum rýmdi ungur og sprakk út úr skápinum sum samkyndur. Hann er vindeygadekoratørur og býr saman við danska blaðstjóranum Krumma.
Í vikuni fyri jól fær mamman heilabløðing og liggur fyri deyðanum. Teir tríggir koma saman um hana. Teir hava ikki borið eyga hvør við annan í óminniligar tíðir. Dóttir Tóra, Tórunn – sum pápi hennara nóg illa kennir – kemur eisini. Meðan móðirin liggur og stríðist, kemur tað fram, at røturnar, sum brøðurnir hava roynt at kvetta, eru djúpari, enn teir grunaðu. Og har koma nýggjar røtur undan kavi, sum teir als einki vistu um.