Raðfest vørur
Vøruslag: Pappírsbók, Ljóðbók
Høvundur/ar: Anne B. Ragde
Bólkur/ar: Skaldsøgur
Upprunaland: Noreg
Týðari: Jákup í Skemmuni
Umbrot: Sonja Kjølbro
ISBN: 978-99918-71-78-3
Útgávudagfesting: 16. februar 2014

Berlinaraspirnar

Anne B. Ragde

Skaldsøgan Berlinar-aspirnar kundi eins væl itið Arvasyndin. Hetta er søgan um tríggjar brøður. Margido Neshov er gamal drongur, miðskeiðis í fimmtiárunum og biðimaður í Tróndheimi. Á fedranna ættgarði uttan fyri býin býr eldri bróð­urin Tóri saman við gomlu mammu sínari, tí forfjónaða og ómæl­andi pápanum og øllum svínunum. Í Keypmannahavn býr triði bróðirin Erlendur, sum rýmdi ungur og sprakk út úr skápinum sum samkyndur. Hann er vindeygadekoratørur og býr saman við danska blaðstjór­an­um Krumma. 

Í vikuni fyri jól fær mamman heilabløðing og liggur fyri deyðanum. Teir tríggir koma saman um hana. Teir hava ikki borið eyga hvør við annan í óminni­­lig­­ar tíðir. Dóttir Tóra, Tórunn – sum pápi hennara nóg illa kennir – kemur eisini. Meðan móðirin liggur og stríðist, kemur tað fram, at røturnar, sum brøðurnir hava roynt at kvetta, eru djúpari, enn teir grunaðu. Og har koma nýggjar røtur undan kavi, sum teir als einki vistu um.

Ljóðbókin er tøk á mofibo.dk
Nøgd
Vanligur prísur
kr. 198,00
Klubbaprísur
kr. 158,40
Ert tú ikki klubbalimur? Tekna teg her
DKK EUR USD GBP NOK SEK
Ljóðbókin (mp3-fíla) verður klár at taka niður í tínari kontu so títt og knapt, tú hevur goldið.
Ljóðbókin er ein mp3-fíla. Tú tekur fíluna niður á tína teldu, teldil ella fartelefon. Forrit/appir at lurta eftir ljóðbókum eru td. iTunes og VoiceDream.

Keypir tú fyri meira enn kr 500 verður vøran flýggjað tær ókeypis við dyrnar!
Tænastan er fyri vørur, sum verða sendar innanlands.

 

Aðrar bøkur Anne B. Ragde

Aðrar bøkur Skaldsøgur

Á marknaðinum í vetur
Nornan spinnur
398,00
Nýggj
Tollakur hjá Ingibjørg
348,00
Fáur fær tráðin heilt slættan
348,00
Havbókin
298,00
Vatn er ein vátur logi
348,00
Hvør drap bambi?
348,00