Rakkaljóð
Yrkingarnar eru prikkurin yvir øllum tí, ið Jóanes hevur skrivað í fjøruti ár, og sum yrkjari hevur hann somu dygdir sum gott whisky, hann bara búnast við aldrinum.
Evnisvalið broytist og víðkast, og viðgerðin dýpist.
Hesin vandni yrkjarin skrivar hvassari og eymari enn nakrantíð áður.
Hann melur aftur á stóru tilveruspurningarnar og ger eisini ferð út á tey evstu mørkini.
Savnið byrjar við: sanki saman setningar sum sýta at seta punktum – og síðan floyma setningar inn, sum nema við tíðina, stættarmun og borgararættindi, um fánandi gess, rekmáttin í dreymum og heilagum orðum.
Og tað er bara á teimum trimum fyrstu síðunum.
Hoyr samrøðuna ímillum Inga Rasmussen og Jóanes í Nón.
Prátið byrjar um 25:35 inni í sendingini - https://kvf.fo/non?sid=113370