Høgni av Heiði
Høgni av Heiði (f. 1962) virkaði sum rithøvundur frá 1987 til 1996 og skrivaði 5 bøkur, umframt ein hóp av greinum um átrúna og lívsáskoðan. Nógv er síðani givið útaftur á Sprotanum. Hann er útbúgvin lærari og búsitandi í Keypmannahavn, har hann hevur starvast á ymsum bókasøvnum og heilsølum.
Høgni av Heiði er kanska best kendur fyri skaldsøguna Tað heita summarið (1987) og greinasavnið Prestar og profetar (1994), sum gingu nýggjar leiðir í føroyskum bókmentum.