Christian Fróði Djurhuus
Christian Fróði Djurhuus er føddur í Havn í 05.07.75.
Hevur í mong ár stríðst við eina sálarsjúku nevnd skisofreni. At skriva hevur verið honum eitt sera frígerandi amboð til at hjálpa sær at málbera tað, sum hann ikki hevur megnað at málborið á munnligan hátt. Hóast ágangin í dýpdum hjartans innanífrá og uttanífrá, valdi hann at seta orð á tað, ið hann fekk at uppliva á drúgvu leiðini.
Høvundin hevur givið út fimm bøkur, harav tær tríggjar seinastu hjá Sprotanum. Søvnini bera brá av persónligum samtalum og støðum í einari truplari tíð og við einari endurbúgvingartilgongd til tað betra. Sannleikin, vakurleikin, persónliga sambandið við hin Alvalda og æviga ljósið.