Jóannes Patursson
(1866-1946)
Vanliga nevndur Bóndin. Búði í Kirkjubø, har hann festi. Jóannes fekk landbúnaðarútbúgving í Noregi. Í 1887 tók skriving seg upp í Dimmalætting um Føroya støðu í mun til Danmarkar, og tað varð í 1888 til veruligt kjak. Í 1888 var jólafundurin í tinghúsinum, har samtykt var, at virkast skuldi fyri at varðveita føroyska málið, sum tá var hótt. Hetta hevði við sær, at Føroyingafelag varð stovnað í 1889.
Jóannes varð valdur í Løgtingið í 1901, og fór har at virka fyri endamáli Føringafelags, sum var 1. at fáa Føroya mál til æru, og 2. at fáa føroyingar at halda saman og ganga fram í øllum lutum, at teir mugu vera sjálvbjargnir.
Hann sat í løgtinginum restina av lívinum.