Steintór Rasmussen
Steintór Rasmussen er føddur í Klaksvík í 1960 og útbúgvin lærari. Frá ungum árum hevur hann yrkt og skrivað tónleik og við íverksetarahugi sínum sett sjónligan dám á samfelagið. Steintór er ein av Føroya mest fjøltáttaðu listamonnum og hevur sum tónasmiður, sangskrivari, rithøvundur og fyriskipari laðað fleiri mentanarvarðar á leiðini. Hann er ein av upphavsmonunum til tónleikabólkin Frændur og hevur eisini í egnum navni, og til onnur at framføra, givið út ein hóp av sangum, sum eru vorðnir fólkaogn í Føroyum.
Umframt stóra skattin av barnasangum hevur Steintór skrivað krimigátur og søgur til børn og ung. Í 2016 gav hann út sína fyrstu krimiskaldsøgu, Deyðin fer í bindiklubb.
Hevndin úr havsins dýpi er onnur bókin í røðini.