Joseph Conrad
Mong halda pólska høvundin Joseph Conrad (1854 – 1924) vera ein av teimum allarstørstu enskmæltu høvundunum, hóast hann ikki lærdi seg enskt fyrr enn hann var í 20-árunum og var farin um tey tríati, tá ið hann gjørdist bretskur ríkisborgari.
Í 30 ár sum høvundur skrivaði Conrad 19 skaldsøgur og ein hóp av stuttsøgum og ritroyndum. Hann verður hildin at vera ein av teimum, ið slóðaði fyri nýtíðarligu bókmentunum, tað av verkum hansara, sum gjørdist tað kendasta, var Hjarta myrkursins frá 1902.