Solby A. Christiansdóttir
Solby Anna Christiansdóttir, fødd 01.12.1976 í Klaksvík. Uppvaksin í Klaksvík millum Kjøl og Klakk. Útbúgvin journalistur frá journalistháskúlanum í Århus í januar 2009 og hevur arbeitt í Kringvarpi Føroya síðani. Journalistiska yrkisleiðin byrjaði á norðoya redaktiónini hjá Sosialinum í Klaksvík.
Áhugin fyri og hugurin at skriva birtist á ungum árum, men dirvið til at geva bók út var ein tigandi, stillførur dreymur í nógv ár. Tað skuldi nógv til, áðrenn dirvið var nóg stórt til at loypa út í tað.
Hendan bókin er skrivað við íblástri frá veruligum hendingum og er fyrsta verk hjá Solby A. Christiansdóttir.