Erika Fatland
Erika Fatland er høvundur og royndi seg fyrstu ferð við barnabókini Foreldrekrigen í 2009. Hon var innstillað til Brageheiðurslønina fyri sína fyrstu yrkisbók Englebyen í 2011. Síðan gav hon út Året uten sommer um sorgarleikin tann 22. Juli í 2011 á Utøya og ferðafrásøgnina Sovjetistan. Fyri hesa fekk hon bókhandlaranna heiðursløn fyri yrkisbókmentir og Wesselheiðurslønina.
Literary Europe Live hevur kosið Fatland at vera ein av tíggju teimum áhugaverdastu samtíðarhøvundun-um í Evropa. Morgunblaðið hevur kosið hana at vera ein av Noregs tíggju bestu høvundum undir 35 ár. Bøkur hennara eru týddar til 14 mál. Fatland er útbúgvin sosialantropologur og tosar átta mál.