Bárður á Lakjuni

Bárður á Lakjuni er føddur í 1978. Útbúgvin fólkaskúlalærari á Føroya læraraskúla í 2006. Er búsitandi í Leirvík saman við konuni, Mirjam, og børnunum, Oddvør, Aimi, Sámal og Jógvan.

Bárður hevur fingist nógv við tónleik heilt frá barnsbeini og hevur luttikið bæði sum sangari og sangskrivari á fleiri fløguútgávum. Í arbeiði sínum sum lærari hevur hann m.a. eisini skrivað, týtt og pallsett fleiri størri sangleikir. 

Lívsins dansur er fyrsta útgáva hansara undir egnum navni. 

Avrik Bárður á Lakjuni

Lívsins dansur
248,00