Verena Stössinger
Verena Stössinger – fødd í Luzern í Sveis í 1951 – býr í Sveis nærindis býnum Basel. Eftir nøkur ár í leikhúsi í Berlin fór hon at lesa norðurlendsk málvísindi í Basel og Århus og tók loksins serútbúgving í føroyskum bókmentum. Hon hevur arbeitt á universitetinum í Basel. Hon er lektari og skrivar umframt greinir fyri tíðarrit um mentan. Fyrsta bók hennara kom út í 1980; tær nýggjastu fagurbókmentirnar eru: Bäume fliehen nicht (Trø flýggja ikki), 2012, og so henda, sum hevði upprunaheitið Die Gespenstersammlerin, 2017. Í 2006 gav hon út savnið Von Inseln weiss ich. Geschichten von den Färöern (Eg oyggjar veit. Føroyskar stuttsøgur) saman við Anna Katharina Dömling (Unionsverlag, Zürich; endurskoðað onnur útgáva 2017), og í 2018 gav hon út savnið Hier wird getanzt! (Her skal danses) stuttsøgusavn eftir William Heinesen, ið Inga Meincke hevur týtt til týskt (Guggolz Verlag, Berlin).