Rakel Helmsdal
Rakel Helmsdal (f. 1966) er rithøvundur og listafólk.
Hon hevur skrivað 26 bøkur til børn, ung og vaksin, og flestu teirra kunnu lesast av fólki í øllum aldri og kunnu tí kallast allaaldrabøkur. Við skulpturellari list og listagrafikki myndprýðir hon eisini sínar egnu bøkur.
Fleiri av bókunum hjá Rakel Helmsdal hava verið í uppskoti til og fingið virðislønir, bæði føroyskar, íslendskar og norðurlendskar. Rakel Helmsdal hevur í fleiri umførum verið í uppskoti til ALMA-virðislønina, sum er størsta altjóða barnabókmentavirðislønin.
Bøkurnar eru komnar á upp til 19 málum, m.a á pólskum, sámiskum, kinesiskum, arabiskum og katalanskum.
Rakel roynir alla tíðina nýggjar leiðir í síni list, og hon er púra samd við tey gløggu orðini, sum Pippi ongantíð hevur sagt: „Hetta havi eg ongantíð roynt fyrr, so tað klári eg allarhelst.”