Raðfest vørur

Orhan Pamuk

Orhan Pamuk er turkiskur rithøvundur. 

Hann er føddur í 1952 og vaksin upp í Istanbul. Har býr hann, og har ætlar hann sær sær altíð at búgva, hóast tað, tá ið harðast hevur leikað á, hevur verið beinleiðis hættisligt. Heima í Istanbul, í meldrinum millum eystur og vestur, hevur hann skrivað um samleika, um hetta fremmanda í okkum, so vit kenna tað aftur, tá ið vit lesa tað, sum hann skrivar. Greiðast man tað vera í nýggjasta avrikinum, Reyðhærda Kvinnan. 

Viðkomandi og spennandi sum ein brotsskaldsøga frá byrjan til enda. 

Orhan Pamuk fekk nobel-heiðurslønina í bókmentum í 2006. Í røðu síni, tá ið virðislønin varð handað, segði hann m.a.: 

At vera rithøvundur er at røða um viðurskifti, sum øll vita um, uttan at tey vita av tí. Kjarnin í góðum skald-skapi fyri øll, stutt og greitt. 

Avrik Orhan Pamuk

Reyðhærda Kvinnan
298,00