Jesper Clemmensen
JESPER CLEMMENSEN (f. 1975) er journalistur, fyrilestrahaldari og hevur staðið fyri fleiri heimildarfilmum hjá DR1, DR2 og TV2. Hann hevur skrivað Flugtrute Østersøen, Afhopperne og Skibet fra helvede, sum allar eru metsølubøkur.
Saman við Ole Søønnichsen rekur hann felagið Writers Collective. Í 2024 góvu teir út Farlig mand um Stasi-njósnaran Flemming Sørensen. Bjargað á opnum havi er onnur bókin, teir hava skrivað saman.