Jens Marius Hentze
JENS MARIUS HENTZE er føddur i Skopun í 1940. Hann fór á Føroya læraraskúla í 1960 og starvaðist mestsum øll árini í Tórhavnar komm unuskúla, til hann fór frá fyri aldur. Hann skrivaði javnan søguligt tilfar í Kvørnina, og í Birting skrivaði hann mangar søgur, sum fyri ein part eru spunnar úr munnligum tilfari, skemti og endurminningum. Hann týddi ungdóms skald-søg una Sjó røtur eftir Rudyard Kipling. Sprotin gav bókina út í 2013.