Þórarinn Eldjárn
Þórarinn Eldjárn er íslendskt skald, føddur 1949. Fyrsta bók hansara var yrkingasavnið „Kvæði“ (1974). Síðan hevur hann útgivið 9 stuttsøgusøvn, 6 skaldsøgur, 16 yrkingasøvn og haraftrat 12 yrkingasøvn við barnarímum. Hann hevur týtt hópin av útlendskum meistaraverkum til íslendskt. Av týðingum hansara kunnu nevnast bøkur eftir Lewis Carroll, Julia Donaldson, William Shakespeare, August Strindberg, Tove Jansson og Göran Tunström.
Þórarinn Eldjárn er í Íslandi serliga kendur fyri sín beinrakna stíl, har ein broddur av hárfínum skemti ofta er at hóma.
Jarðfest norðlýsi, sum varð útgivin í Íslandi í 2025, er fyrsta bók hansara á føroyskum.