Raðfest vørur

Heðin M. Klein

Heðin M. Klein (f. 1950) er uppvaksin við Gjógv, hevur eisini búð í Havn, á Sandi, eitt rend í Keypmannahavn og aftur í Havn.

Heðin hevur skrivað, yrkt og týtt, alt tað hann minnist.

Í desember í ár, 2019, eru hálvthundrað ár liðin, síðan fyrstu yrkingar hansara komu út í bók: Væmingar og vaggandi gjálv.

Bókin Mær er so ymiskt, ørindakrotan er hansara níggjunda yrkingasavn við upprunayrkingum.

Heðin hevur eisini latið av hondum bøkur við týddum yrkingum, millum annað Vøluspá, yrkingar eftir Nelly Sachs, Olav H. Hauge, Steinn Steinarr, Paul Celan og Nils-Aslak Valkeapää.

Hann hevur fingið virðisløn M.A. Jacobsens fyri fagrar bókmentir í 1985 og í 2016.

Týðari Heðin M. Klein

Í umfari
148,00
Tín angist er lýsandi vorðin
198,00
Jón Arason
198,00