Absalon Absalonsen
Føddur í Vági í 1939, og uppvaksin har.
Fór til skips 15 ára gamal eftir lokið realprógv, tók skiparprógv á Føroya sjómannsskúla í 1961, gavst at sigla í 2006 eftir umleið 52 ár á sjónum, harav eini 45 ár sum skipari, mestu tíðina við fiskiskipum, men seinastu níggju árini í frálandavinnu í Norðsjónum
Hugin at skriva havi eg havt heilt frá ungdómi av - tað kom fyri, at lærarin las mínir stílar fyri øllum flokkinum. Eg varð mangan spurdur um, hví eg ikki las cowboybøkur og krimisøgur og slíkan lesnað. Tá plagdi eg skemtandi at svara, at mær hevði dámt betur at skriva bøkur. Men tað gjørdist veruleiki uml. 40 ár seinni. Eg hevði ikki væntað tað sjálvur, men ein vakran dag millum boripallarnar í norðsjónum, fór eg undir at umseta ein lítlan bókling, og skrivaði eisini nakrar yrkingar, sum fólk mæltu mær til at geva út.
Útgávur higartil
2000 / "Løkur Lítli" / Yrkingarsavn við egnum tekningum, egið forlag Løkur Lítli
2001 / "George Muller" / Ums. úr donskum - ævisøga um "George Muller of Bristol", forlagið Leirkerið
2004 / "Hjálpt úr neyð" / Søgulig skaldsøga, egið forlag Løkur Lítli
2005 / "Sornhúsfólkini" / Søgulig skaldsøga og framhald av "Hjálpt úr neyð", egið forlag Løkur Lítli
2006 / "Jóan Petur hjá Mouritsi" / ævisøga, egið forlag Løkur Lítli
2008 / "Ein minnilig nátt"- søgan um "Titanic" / umsett eftir dokumentarsøguni "A night to remember" eftir Walter Lord, egið forlag Løkur Lítli
2016 / "Hugleiðingar og staðfestingar" / um persónar og hendingar úr Nýggja Testamenti, forlagið Leirkerið
2016 / "Turkaránið í Vestmannaoyggjunum" / umsett úr donskum eftir "Barbariet tur retur" eftir Jens Riise Kristensen, forlagið Sprotin