FUGLAR OKKARA
Silas Olofson myndatakari og Jórun Pólsdóttir lívfrøðingur leggja FUGLAR OKKARA fram mikukvøldið kl. 19. Framløgan verður í Norðurlandahúsinum.
Endamálið við bókaverkinum er at kunna um fjølbroytta fuglalívið, sum er í Føroyum, og skapa gleði og alsk til føroyska náttúru og fuglalív.
Á framløguni verður høvi at síggja fleiri av sjáldsama góðu fuglamyndunum úr verkinum, umframt at hoyra ymiskt forkunnugt um fuglarnar, ið balast her hjá okkum.
Bókaverkið – trý prýðilig bind í húsa saman við eini fikkubók – verður til keyps í NLH hetta kvøldið og kostar bara 800 kr.
Kom og hugna tær í ein góðan tíma - øll eru hjartaliga vælkomin.
---
Tey, sum hava keypt bókaverkið í forsølu á sprotin.fo, kunnu heinta tað á Bókamiðsøluni (á Hjalla 7B) frá hósdegnum 29/9. Verður eisini sent við Posta ein av fyrstu døgunum.