JHWP 1934-2022
Heilsan frá Martini Næs.
Málsins ambætari
og ábyrgdari.
Titandi
grundandi
spyrjandi
mælandi
svarandi.
Onnur spurin tagdu
tú hevði svarið.
Tolin og treiskur
jasøgin
gav tú
málinum flog.
Hugburður
sum hjá kringleikara
í kjørkringluni:
Ikki rangmæltur
men sjónnæmur
umhvørvisgóður
tíðarbærur.
Netjaður
eftirløningur
titandi um tún
fløga
við grindli.
Martin Næs