Prát við Sigri Gaïni
Sigri Gaïni gav í fjør út líta bók, sum nemur við kjarnan í nøkrum heimspekiligum hjartatáttum, sum vit javnan kjakast um.
Hon tekur upp áhugaverdar spurningar sum, hvat ið tað góða lívið er, hvat eitt frælst menniskja er, setur spurning við, um talufrælsi er tað týdningarmesta virðið í einum fólkaræði, um tað er okkara skylda sum menniskju at gera tað, ið rætt er og annað mangt.
Á Orð og tónum í Reinsarínum í januar, tosaði Uni Holm Johannesen við Sigri um hesi evnini.