Ukrainska dagbókin

Tá ið ukrainski forsetin Viktor Janukovitj í 2013 noktaði at skriva undir samstarvsavtalu við ES, fóru fólk út á gøturnar at mótmæla. Miðdepilin fyri mótmælini var Frælsisplássið – Maidan – í Kiev.

19.05.2023
Sprotin
Lesikrókurin

Sum fráleið harðnaði stríðið millum mótmælisfólk, myndugleikar og prorussiskar bólkar, og tað leiddi til kollvelting í Ukraina. Um sama mundið tók Russland Krim hálvoynna, ukrainski forsetin flýddi til Russlands, og stríðið í Donbas har eystur í Ukraina varð alt blóðugari.

Nærindis Frælsisplássinum í Kiev búði rithøvundurin Andrej Kurkov, og hann skrivaði hugleiðandi dagbók um hendingarnar. Hann skrivaði um politisk viðurskifti, um mótmæli og samanbrestir og um gerandisligar hendingar í egnum lívi.

Í Lesikrókinum verður "Ukrainska dagbókin" hjá Andrej Kurkov viðgjørd. Gestir eru Dánial Hoydal, Liljan Weihe og Páll Oddur Rubeksen.

Vertur er Eyðun Klakstein.


19.05.2023
Sprotin
Lesikrókurin

More articles