ORÐ&TÓNAR AFTUR Á REINSARÍNUM
So er frítíðin av á hesum sinni, og alt finnur sær sítt rætta stev aftur. Eisini ORÐ&TÓNAR á Reinsarínum ressast við.
Tann 24. august kl. 20 verða tvær nýggjar bøkur á skránni.
- Rakel Helmsdal hevur skrivað nýggja skaldsøgu: Dreymsótt. Sámal Soll prátar við Rakel um bókina.
- Martin Joensen verður 70. Í tí sambandi geva vit út savnsverk við hansara sangum og løgum í hálva øld. Suni Merkistein prátar við Martin.
- Hallur Joensen, sum hevur havt nógv samstarv við Martin, eigur tónleikin hetta kvøldið, og hann tulkar nakrar Martin Joensen sangir
Kom oman á Reinsaríið og fá tær eina góða løtu við áhugaverdum práti og góðum tónleiki.
Fá tær upp í koppin ella glasið, hall teg afturá og njót løtuna.