Fagnaðarkvøld fyri Martini Joensen

Náddi tú ikki at ogna tær atgongumerki til Martin Joensen fagnaðarkvøldið? Kom til Vestmanna kortini, tí tiltakið verður víst á stórskíggja uttanfyri í góðveðrinum! 

26.08.2023
Sprotin
Ymist

Í sambandi við at Martin Joensen verður 70 ár, skipar Vestmanna kommuna saman við Sprotanum fyri Martini Joensen kvøldi tann 26. august. Tiltakið verður í Miðnámi í Vestmanna.

Á skránni eru tónleikur og røður og bókaframløga.

Tey, ið tulka Martin, eru:

Lena & Niclas, Bárður á Lakjuni, Terje Vestergaard, Eivør, Vestmenn og Vestmanna sangkór.

Tey, ið flyta røður, eru:

Bjørg á Rógvi, bygdarráðsforkvinna, Siri Stenberg, landsstýriskvinna í mentamálum, Jonhard Mikkelsen og Sunleif Rasmussen.

Nýggja bókin Martin Joensen – tekstir og løg ígjøgnum hálva øld  fæst til keyps.

Tiltakið er frá kl. 20 – 22 við steðgi ímillum.

Í steðginum borðreiðir kommunan við leskiligum munnbitum og ymiskum leskandi.

Eftir tiltakið hevur Faer Isles Distillery opið og spennir seg út, meðan Vestmenn seta lív í.

26.08.2023
Sprotin
Ymist

More articles